Opið hús á Gjáargarði

Leygardagin 7. apríl frá kl 13.00-16.00 hava vit Opið Hús á Gjáargarði, har tit fáa høvið til at síggja hvat vit hava at bjóða á Gjáargarði.

Kømur í høvuðsbygninginum, nýggju lonini omanfyri og í Byrgisstovu eru opin, so tit kunna síggja hvussu gestir búleikast á Gjáargarði. Gjáarkaffi við Gjónna verður

eisini opið leygardagin 7. apríl. Í høvuðsbygninginum bjóða vit sjálvtøkuborð við drekkivørum, umframt at livandi tónleikur verður.

Kl 14.00 hava vit eitt serligt kunningartiltak í Roykstovuni, har vit greiða frá hvat tað inniber at arbeiða á Gjáargarði og í føroysku ferðavinnuni sæð úr Gjógv. Á Gjáargarði hava vit spennandi størv til teirra, ið tíma at arbeiða í tænastuvinnuni og í ferðavinnuni. Okkum tørvar bæði starvsfólk at arbeiða fullatíð og í vaktarskipan.

At arbeiða á Gjáargarði er nakað serligt, uppgávurnar eru fjølbroyttar, gestirnir nógvir og ymiskir og tað hendir altíð okkurt spennandi. Av tí sama er tað gott um starvsfólkahópurin eisini er fjølbroyttur og ikki minst fyrikomandi og arbeiðssom. Alt hetta og mangt annað fara vit at tosa nógv meira um leygardagin 7. apríl, so kom framvið, tað verður óformelt og tú kanst hitta bæði verandi starvsfólk og møguliga komandi starvsfelagar eisini.

Opið Hús er fyri øll.

So kom til Gjáar og vitja okkum; um tú ert forvitin um starv á Gjáargarði, um tú ert samstarvsfelagið, um tú bara ert forvitin um Gjáargarð og hvat vit hava at bjóða, um tú ert frá nær ella fjar, vit gleða okkum at síggja tykkum øll.

▼ Show More Information

Dalavegur 20, 476
Gjógv
07 April , Saturday 13:00

More Events Nearby